
04.11.2025
Tomat Conchiglie
ArbeiÐsháttur:
0,5 leykur, fínt skorin
5 spsk tomatpaste
2 tsk Oliven olju
200 g Flesk, snerkt og skorið í smáar bitar
2,5 dl laktosufríur rómi
5 hvítleyksbátar, rivnar
Salt og pipar eftir smakki
Basilikum (frískt ella turkað)
400 g Conchiglie pasta (skelja pasta)
Tilfar
Kóka pasta eftir leiðbeiningunum á pakkanum. Lat tað renna av og goym eitt sindur av pastavatninum.
Steik fínt skorna leykin í eitt sindur av olju á miðalhita, til hann er glasklárur.
Koyr hvítleykin afturat og steik í 1–2 minuttir, uttan at hann brennur.
Legg fleskið á pannuna og steik til tað er broyskt.
Rør tomatpaste í og lat tað steikast í 2–3 minuttir, so tað fær ein djúpan smakk.
Síðani verða 2 spsk av pasta vatninum latnar í saman við laktosufría rómanum og rør væl.
Lat sósina smákóka í 5–7 minuttir, til hon tjúkknar eitt sindur.
Smakka til við salti, pipari og basilikum.
Rør pasta í sósina. Um tað er ov turt, kanst tú leggja eitt sindur av pastavatninum afturat.
Góð ráð:
Til ber at ríva eitt vet av parmesan osti omaná.