
Virkisvitjanir á MBM
Tað er nakað serligt at síggja framleiðslu við egnum eygum. At hoyra maskinurnar arbeiða, kenna luktin av nýggjari framleiðslu og fáa søgurnar handan vørurnar, sum vit seta á borðið hvønn dag. Hetta er ein uppliving, sum nógvir næmingar, lesandi og fyritøkur fáa, tá tey vitja MBM.
Hvørt ár eru nógv, sum leggja leiðina framvið á Vegnum Langa 31 í Hoyvík.
Vitjandi eru alt frá næmingum í 1.flokki til lesandi á Fróðskapasetrinum, umframt fyritøkur, felagsskapir og aðrir áhugabólkar.
Felags fyri tey øll er forvitnið eftir at síggja, hvussu ein av føroysku matvøruframleiðarunum arbeiða í gerandisdegnum.
Á einari virkisvitjan fáa vitjandi innlit í ferðina mjólkin hevur frá bóndanum og fram til liðugt framleiddu vøruna, ið vit síggja í kuldaskápinum, heima og í handlinum.
Sum vitjandi fáa tey kunning um arbeiðsgongdir, góðskutrygd, framleiðslu og logistikk, men eisini ein lítlan brellbita um tey fólkini, sum hvønn dag arbeiða fyri at tryggja føroyskum húsarhaldum dygdarvørur úr føroysku mjólkini.
Fyri teir yngru næmingarnar er tað hugaligt at síggja hvussu kendu mjólkarvørurnar verða framleiddar. Fyri eldri næmingar og lesandi gevur vitjanin eitt dýpri innlit í føroyska vinnulívið og matvøruframleiðslu.
Mong fara heimaftur aftur við eini størri fatan av samanbandinum millum landbúnað og matframleiðslu. Samstundis er tað ein áminning um, hvussu týdningarmikið tað er at varðveita og menna føroyska matvøruframleiðslu í eini tíð, har nógv verður framleitt og innflutt úr øðrum londum, so vit eisini í framtíðini kunnu njóta føroyskar dygdarvørur úr føroysku mjólkini.