Um MBM
Vaksandi eftirspurningurin eftir mjólk elvdi til, at framfúsir bøndur í 1977 skipaðu seg í eitt lutafelag fyri mjólkaframleiðarar undir navninum Mjólkarvirki Búnaðarmanna við tí tí fyri eyga at tryggja føroyingum føroyska mjólk. Stór menning er farin fram í føroyskari landbúnaðarframleiðslu síðani stovnanina av Mjólkarvirki Búnaðarmanna, og tí varð navnabroytingin til Meginfelag Búnaðarmanna framd í 1996.
Í 2016 varð avgerð tikin um at býta virksemið felagsins í tvær eindir - framvegis undir sama felag, men við hvør sínum heiti; Raska og Búrøkt. Meðan Raska tekur sær av at virka mjólkina og støðugt menna nýggjar spennandi mat- og drekkivørur úr føroysku mjólkini, veitir Búrøkt vørur og tænastur til landbúnaðin. Í høvuðssætinum í Hoyvík er snotiligur amboðshandil við øllum, tær tørvar til landbúnaðin og heimabrúkið.
Dugnalig starvsfólk
MBM hevur eina breiða fjøld av starvsfólkum, ið umfatar bæði meiaristar, pakkarar, laborantar, sølufólk, góðskufólk, bilførarar og fyrisitingarlig starvsfólk. Umleið 50 starvsfólk, sum í góðum og tøttum samstarvi hvønn ársins dag og hvønn dagsins tíma virka fyri at fáa føroysku mjólkina út í handlarnar - við málinum um høgari góðsku og góðari kundarøkt sum drívmegi.
Vælsmakkandi vørur
Á mjólkavirkinum í Hoyvík virka vit føroysku mjólkina til fleiri enn 60 vælsmakkandi mat- og drekkivørur. Eitt fjøllbroytt vøruúrval, ið fevnir um alt frá osti, smør og róma til jogurt, summarskál og kakao - og allatíðina leggjast nýggjar spennandi vørur og ymisk sløg av smakkum afturat. Vit vilja evna sum mest og best burturúr frísku mjólkini, sum bøndurnir hvønn morgun lata okkum. Á mjólkarvirkinum hjá MBM finnur tú djúpar tangar við búnandi osti, lítil íløt við serligum heilsugóðum bakterium, stórar kvørnir og hátøkniligar maskinur - aldargamlir framleiðsluhættir lið um lið við nýggjastu tøkni, sum tryggja, at vit kunnu veita tær bestu mat- og drekkivørurnar á borðið. Málið er makaleys góðska og framúrskarandi smakkir!