Toskanskur høsnarungarættur

Share:
24.11.2025
Toskanskur høsnarungarættur
Droym teg burtur til Italia, við hesum rættinum - ein máltíð, sum er bæði hugnalig og elegant.
Toskanskur høsnarungarættur gjørdur við laktosufríum róma, so øll kunnu njóta hann.
ArbeiÐsháttur:
Steik høsnarungan á pannu við olju.
Tá ið hann er brúnkaður, lat høsnarungan steikjast lidnan í ovninum.
Brúnka leykin og rivnan hvítleyk á pannuni.
Lat síðani soppar og sólturkaðar tomatir í og lat tað steikjast í nakrar minuttir.
Lat vatn við høsnarungabót og lat tað smákóka í 10-12 min.
Rør róma og timian í, og lat sósina kókað seg saman.
Legg spinat og cashew-nøtir í og lat tað simra í sósini í 5 min við lágum-miðal hita.
Tá ið høsnarungin er liðugur og gjøgnum stoktur, koyr bringurnar í sósina og lat tað smá kókað í 10 min.
Smakka til við salti og pipari.
Tilfar
- 1 glas soppar
- 3-4 høsnarungabringur
- 0,5 leykur
- Cashew-nøtir
- 250 ml Laktosufríur rómi
- 1 tsk timian
- 4 nevar av spinati
- 1 glaskrukka av sólturkaðum tomatum
- 2 dl vatn
- 1 høsnarunga bótarmoli
- 3 hvítleykir
- Pasta
- Salt og pipar (smakka til)
Til tey sum vilja, smakkar tað væl at ríva parmasan ost í sósina.