Bólkar

Baking

Share:

15.07.2024

Summarskálskons v. jarðberum/sitrónkremi, róma pískaður við putursukri.

Uppskriftin er gjørd í tøttum samstarvið við Omaná. Malene Fisker Waag, eigari av fyritøkuni Omaná, hevur gjørt hesa uppskrift við íblástri úr føroyskum mjólkaúrdrátti. Summarskálskons eru bara nakað heilt serligt! Serligani er tað lekkra jarðberja og sitrón kremi eitt satt tónaverk fyri smakksansins. Smakka væl og rætt skal vera rætt, vit kundu etið tey øll í einum!

ArbeiÐsháttur:

Skonsdeiggj:
Blanda mjøl, salt, sukur og bakipulvur saman í skálini til rørimaskinuna, sker tað kalda smørið í terningar og koyr útí.
Tann hakkaða sjokulátan og summarskálin verða latin útí, og deiggið verður rørt saman við rørimaskinu ella við hond, til tað er javnt. Rørir tú við hond, kanst tú fáa brúk fyri einum sindri av eyka mjøli á hendurnar, so tað váta deiggið loysnar.
Legg deiggið á film og knoða tað til ein fýrakant, uml. 24 x 12 cm
Lat tað køla í 1 tíma, áðrenn tú sker tað út á bakipappírᵒ í 10 líka stór pettir.
Baka í 175ᵒ í heitari luft í uml. 15-20 min., ella til tey eru gylt og broyskin.

Jarðber-/sitrónkrem:
Kóka jarðber við sitrónsaft, til tað er bleytt og blenda tað.
Koyr sukur, eggjahvítar og eggjareyðar í eina skál. Píska tað saman alt fyri eitt við pískirísi, so tað ikki klumpast.
Koyr sukur/eggjamassan í eina grýtu við jarðberum og blanda alt saman, til tað tjúknar eitt sindur og er uml. 80ᵒ heitt.
Koyr tey bloyttu límbløðini í og syrg fyri, at tey eru smeltað í massan og lat kølna í uml. 1 tíma, áðrenn tað verður brúkt.

Pískaður rómi við putursukri:
Blanda tað saman og píska til skúm. Ansa eftir ikki at ovurpíska róman. Hann skal vera bleytur og kremutur.

Tilfar

Til 10 skons

Skonsdeiggj :
500 g av hveitimjøli
½ tsk. av salti
1 spsk. av bakipulvuri
20 g av sukri
150 g av køldum smøri í terningum
300 g av summarskál
Skal av ½ sitrón
150 g av hakkaðari mjólkarsjokulátu

 

Jarðber-/sitrónkreme:
100 g av eggjareyðum
50 g av eggjahvítar
150 g av sukri
100 g av nýggjum jarðberum
25 g av sitrónsaft
65 g av smøri
2 límbløð

 

Pískaður rómi við putursukri:
200 g av róma
150 g av putursukri