Bólkar

Omaná

Share:

16.10.2021

Summarskálskøka

Henda lekkra og flotta kakan við summarskál og kamarjunkarum er gjørd í einum samstarvi millum Røsku og dugnaliga kondittaran Malene Fisker Waag. Eitt gott vikuskiftisprosjekt! Gjørt í samstarvi millum Røsku og Malene Fisker Waag

ArbeiÐsháttur:

Soleiðis gert tú botnin:
Blenda ella hakka keksirnar til eitt morl

Smelta smørið í eini grýtu og lat saltið í og stoyt oman á keksamorlið

Breið keksabotnin í ein springform Ø20 cm. Brúka eina skeið til at trýsta botnin niður við. Legg eisini keksamorlið eitt sindur upp eftir síðunum á forminum, so tað sæst, tá ið køkan er liðug

Soleiðis gert tú Summarskálmousse:
Legg fyrst límbløðini á blot í køldum vatni

Píska eggjareyðarnar við sukri og vanilju til hvítt skúm. Píska róman til skúm

Pressa saftina úr sitrónini og lat hana í eina grýtu. Hita hana lætt og lat bloyttu límbløðini í grýtuna og syrg fyri, at tey eru smeltað

Lat summarskál í grýtuna og píska, so eingin klumpur er í

Stoyt summarskálblandið í bollan við pískaðum eggjareyðum, og vend tí saman. At enda verður rómin varliga vendur í, og moussein verður stoytt í formin

Lat køkuna standa kalt til dagin eftir ella í minsta lagi tríggjar tímar, áðrenn tú borðreiðir

Pynta við blómum, ið eru etandi, myntu og kamarjunkarum

Prei

Tá køkan skal úr forminum, kanst tú brúka ein lítlan bunsenbrennara at hita uttan á forminum, so køkan sleppur lættari úr. Um tú ikki hevur ein brennara, kanst tú brúka ein heitan lappa

Tilfar

Botnur:

  • 125 g av digestive keksum
  • 75 g av kamarjunkarum
  • 120 g av smøri frá Røsku
  • 2 g av saltiSummerská

lmousse:

  • 50 g av past. eggjareyðum
  • 75 g av sukri
  • 1 tsk av vaniljusukri
  • 200 g av summarskál
  • 2,5 dl av róma frá Røsku
  • 5 límbløð
  • 50 g av sitrónsaft (uml. 1 sitrón)