Summarskál

Summarskál verður framleitt sum ein súrna vøra, har ið vit brúka okkara kenda og vælsmakkandi súrgað mjólk. Aftrat súrgaðu mjólkini brúka vit vanilju og sitrón, sum alt saman ger okkara Summarskál heilt serligt.

Mjólkin vit brúka er 0,5% í fiti.
Mjólkin verður hitaviðgjørd við 93 hitastigum í 4-5 minuttir.
Endamálið við høgu hitaviðgerini er at mjólkin fær eina góða góðsku, har vit millum annað leingja um haldføri og vit gera av við allar tær óynsktu bakteriurnar sum vera tilsettar í mjólkina seinna.

Eftir hitaviðgerð verður mjólkin køld niður á 28-29 hitastig. Hesi hitastig geva okkara mjólkasýrubakterium tær bestu umstøðurnar at liva og nørast í.

Í Summarskál er millum annað mjólkasýrubakterian “Lactobasillus Acidophilus” sum er serliga góð fyri magan.
Acidophilus hevur nógvar góðar eginleikar fyri magan. Millum annað sodningina, hon gevur eina góða javnvág í maganum, og eisini hjálpir hon til at niðurbróta mjólkasukri, eisini kent sum laktosa.

Eftir at vit hava tilsett mjólkasýrubakteriur, so stendur mjólkin og súrnar í einum av okkara súrningstangum. Súrningin tekur umleið 18 tímar. Aftaná 18 tímar, er mjólkin liðugt súrnað. Mjólkarsýrubakteriurnar og súrningin gevur okkara Summarskál, millum annað tann góða og lætt súrliga smakkin.

Eftir súrningina verður tangin við vøruni settur at røra, og pumpaður úr súrningstanganum yvir í ein av okkara pakkitangum, og vøran er klár til pakking. Tá seta vit okkara framleiðslu í gongd og vøran verður pumpa úr tanganum og yvir í pakkamaskinuna og tá verða vaniljan og sitrónsmakkirnir tilsettir.

Eftir pakking verður vøran koyrd á køl, og er klár hjá tykkum at njóta, vælgagnist !