Stuðul
MBM/Raska er ein virkin viðspælari í føroyska samfelagnum, og tí stuðla og samstarva vit við einstaklingar, bólkar, feløg og onnur í nærumhvørvinum í Føroyum.
MBM tekur í hvørjum einstøkum føri støðu til stuðul og samstarvsavtalur.
Hugsanin hjá MBM er, at ein og hvør stuðulsavtala skal koma báðum pørtum til góðar, samstundis skulu stuðuls- og samstarvsavtalur skula verða í tráð við marknaðarføringsætlanina.
Fyri at grundarlagið, hjá okkum, at viðgera innkomnu umsóknirnar skal verða so gott og rættvíst sum gjørligt, hava vit gjørt av at MBM viðger bert skrivligar umsóknir. Umsøkjarin skal lýsa verkætlanina ella virksemið. Lýsast skal, hvussu tiltakið/stuðulin kann tæna Røsku/MBM.
Umsóknir um stuðul ið verðar sendar 14 dagar áðrenn tiltakið, verða ikki viðgjørdar.
MBM stuðlar ikki: Skúlaflokkum ið fara á námsferð , keyp av lutaseðlum, keyp av fløgum, bókum ella líknandi.
Umleið einaferð um mánaðin viðgera vit á MBM innkomnu umsóknirnar
Stuðulsumsóknir verða tó ikki viðgjørdar í summar- og jólafrítíðini.
Umsóknir um stuðul kunnu sendast til studul@mbm.fo eins og tær kunnu sendast gjøgnum hesa síðuna.
Upplýsast skal navn/felag, adressa, ábyrgdari o.s.fr.
Vit tilskila okkum rættin at avgera fult og heilt, hvørjar umsóknir verða gingnar á møti og ikki,
tí vit megna tíverri ikki at stuðla øllum, sum søkja. Øll fáa skrivligt svar, tá ið umsóknin er viðgjørd.