Spar pengar: Góð ráð til ein bíligari gerandisdag

Tað er blivið dýrari at keypa inn. Alt frá mjólkavørur til brennievni er vorðið dýrari, og vit mugu vera nógv meira tilvitað um, hvussu vit brúka okkara pengar. Vilt tú spara pengar, er tað eitt gott stað at byrja, um tú fært skil uppá títt matvøruinnkeyp. Á nýggju heimasíðu okkara er ein snild funka, sum kann hjálpa tær, tá tú gert matætlan.

Prísurin á matvørum eru seinastu tíðina hækkaðar munandi. Vit hava savna saman 8 góð ráð til, hvussu tú sparir pengar uppá títt matvøruinnkeyp. Niðast í greinini kanst tú lesa um eina snilda funku á nýggju heimasíðuni hjá MBM, sum kann hjálpa tær, tá tú gert matætlan. 

Keyp ikki matvørur í smáhandlum!
So sleppur tú undan at rinda hasar 3-5 krónurnar eyka fyri tær somu vørurnar, sum tú kanst fáa bíligari í einum matvøruhandli.

Ger matætlan – altíð!
Brúka eina friðarliga stund, tá tilboðsbløðini eru komin út og ger eina matætlan fyri vikuna. Tað eru nógvir pengar at spara, tá tú hevur eitt yvirlit yvir, hvat tú eigur inni og gert matætlan út frá tí. Tú sparir bæði tíð og pengar á hendan hátt, og tú fært meiri yvirskot til alt tað, sum er stuttligt í gerandisdegnum. 

Hav matpakkar við til arbeiðis
Ger ikki bara matpakkar til børnini, men eisini til tín sjálvs. Her eru nógvir pengar at spara, tí tú brúkar skjótt fleiri hundrað krónur uppá mat útifrá, tá svongdin vísir seg á middegi og tú ikki hevur matpakka við til arbeiðis .

Kanna tilboðsbløðini og keyp stórt inn
Keyp turrar vørur fyrst í mánaðinum. Pasta, rís, bønir og breyð kanst tú keypa fyrst í mánaðinum og goyma tað í skápi ella kuldaskápi. Nógvir pengar kunnu t.d. vera at spara, keypir tú skivuskorið breyð og frystur í portiónir, sum hóska til tað, tú skalt brúka til matpakka. So tekur tú eina portión upp hvønn dag og hevur harvið einki oyðsl av breyði, sum verður ov gamalt í skápinum. 

Minst til at brúka tað, tú eigur inni
Alt ov nógvar matvørur verða blakaðar burtur, tí vit ikki hava planlagt vikuna nóg væl. Set hasar 5 minuttirnar av til at hyggja gjøgnum skáp, kuldaskáp og frystiskáp fyri at fáa yvirlit yvir, hvat tú eigur inni og ger so matætlan út frá tí. 

Minst til tínar egnu posar
Spar har, tað er lætt – tað er eingin orsøk at keypa posar, hvørja ferð tú keypir inn. Tú sparir millum 1-2000 krónur um árið bara við at brúka toyposar heldur enn at keypa plastposar, hvørja ferð tú keypir inn. Og minst til: Tær smáu sparingarnar gera munin.

Et fisk!
Matvørurnar í Føroyum eru dýrar, men ein fyrimunur við at búgva í Føroyum er, at tað eru nógvir pengar at spara, um tú etur tín egna fisk 2-3 ferðir um vikuna. Harafturat er tað vælsmakkandi, sunt og sera lætt at gera fisk – og so kunnu tú og familjan fáa eina hugnaliga løtu saman í báti ella við keikanti, tá tit fiska.

Royn eitt nú hesa lekkru fiskasúpan.

Brúka heimasíðuna hjá MBM
Flestu føroysku kuldaskálpini eru full í vørum frá MBM. Tá vikan er um at vera av og tú hyggur í kuldaskápið og t.d. finnur ein pakka av súrróma, sum er um at vera ov gamal, so kanst tú fara inn á heimasíðuna hjá MBM og finna súrróma í vøruyvirlitinum. Har sært tú fleiri uppskriftir, har tú kanst brúka tín súrróma.