
Smakkiroyndir av Power Shake
Nýggj vøra frá MBM – smakkiroyndir kring landið 7. juni frá kl. 11:00 til kl. 14:00.
Nú fáa vit eina nýggja vøru á marknaðin, ið er ein protein shake. Hesin pakkin er ein 250 ml, inniheldur 20g protein og hevur ein mildan jarðberjasmakk, sum minnir um milkshake. Vøran eitur Power Shake og er framleidd í samstarvi við Oyggjarleikirnar 2027, ið verða her í Føroyum.
Í samband við hesa nýggju vøruna, hava vit smakkiroyndir kring landið leygardagin 7. juni frá kl. 11:00 til kl. 14:00. Tit kunnu smakka Power Shake her:
- FK Hoyvík
- Á við Sundsvegin
- Bónus Hoyvík
- Inn við Grønlandsvegin
- Á í Vestmanna
- CAJ í Kollafirði
- Bónus í Norðskála
- Inn á Eiði
- Strandacentrum
- FK í Fuglafirði
- Á Glyvrar
- Torgið
- FK í Trongisvági
- Bónus Miðvágur
- Bónus Klaksvík
- Effo í Leirvík
- FK Klaksvík
Power Shake fæst til keyps í handlunum kring landið frá mikudegnum 4. juni.