Bólkar

Baking

Share:

16.10.2021

Skúlabreyð til matpakkan

Heimabakstur í matpakkanum er ein kærleikafull heilsan til tey, tú ert góður við. Her baka vit við blaki, sum er ein mjólkaúrdráttur, sum er serliga vælegnaður til bakstur.

ArbeiÐsháttur:

Loys gerina upp í flógva vatninum

Koyr restina av tilfarinum í, hveitimjøl seinast og elt væl, til deiggið sleppir ílatinum

Set at ganga á flógvum stað í 30 min

Evna 25 smá avlong breyð og set á bakarovnsplátu klædda við bakipappíri

Set at ganga á flógvum stað í 30 min

Hita ovnin 200° og baka mitt í ovninum í uml. 20 min

Tilfar

  • 50 g av pressuger
  • 4 dl av flógvum vatni
  • 2 dl av blaki ella hvítu
  • ½ dl av olju
  • 1 tsk av salti
  • 1 ssk av sukri
  • 100 g av rugmjøli
  • 100 g av grahamsmjøli
  • 100 g av sáldaðum mjøli (sigtemel)
  • uml. 600 g av hveitimjøli