08.06.2022
Skuffukøka við mazarinbotni og vaniljukremi
ArbeiÐsháttur:
BOTNUR:
SOLEIÐIS GERT TÚ
Smyr ein fýrkantaðan bakiform
(33 x 23) við einum sindri av olju
og legg eitt bakipappír í.
Rív marsipanið grovt. Píska marsipan
saman við sukri og smøri.
Lat eitt egg í í senn og píska eitt
sindur ímillum hvørt eggið.
Rør til síðst mjøl og salt í deiggið.
Stoyt deiggið í bakiformin og baka í
vanligum ovni á 175 stigum í umleið
30 minuttir.
Lat skuffukøkuna kólna – set
allarhelst kalt.
KREM:
SOLEIÐIS GERT TÚ
Rør vanilju, eggjablommur, bóndamjólk
og maizena saman í einari grýtu. Hita tað
varliga upp, til tað kókar, meðan tú rørir í
grýtuni. Lat smákóka í nakrar minuttir, til
kremið byrjar at blíva tjúkt. Rør í grýtuni
alla tíðina og lat ikki kremið kóka ov hart,
so tað brennur fast í botnin.
Stoyt kremið í eina skál og legg
húsarhaldsfilm omaná, set síðan kalt í
minsta lagi í 1,5 tíma.
Píska róman og rør kremið bleytt. Rør síðan
varliga róman saman við kreminum.
Smyr kremið eitt sindur tilvildarligt oman
á kakuna.
Prýð við ymsum berum. Vit hava brúkt ribs,
hindber og jarðber til reyðu strípurnar og
bromber og bláber til bláu strípurnar.
Tilfar
BOTNUR
TILFAR
200 g av marsipani
250 g av sukri
250 g av bleytum smøri frá Røsku
5 egg
100 g av mjøli
1 dism av salti
KREM
TILFAR
1 tsk av vaniljupastu ella vaniljusukri
90 g av sukri
4 eggjablommur
3 dl av bóndamjólk frá Røsku
25 g av maizena (maisstívilsi)