08.02.2022
Sjokulátuskeyk við saltkaramelli
ArbeiÐsháttur:
Arbeiðsháttur til Sjokolátuskeyk
Koyr ísbland, kakao, karamell, vaniljupasta og
ísterningar í ein blendara og blenda tað væl saman.
Smyr eitt lítið sindur av karamelli ovast á kantin
á glasinum og stroy skreytsukur á. Fyll gløsini við
skeykinum. Píska róman stívan og koyr hann í ein
sproytuposa. Sproyta róman oman á skeykið og pynta
við karamelli, góðgæti og skreytsukri.
Uppskriftin er til 2 gløs.
Arbeiðsháttur til heimagjørt saltkaramell
Koyr sukur og vatn í eina grýtu. Lat hetta kóka, til
sukrið er brúnt. Ansa væl eftir, at sukrið ikki verður
alt ov heitt og brennist. Set hitan eitt sindur niður,
koyr smørið í og rør. Set hitan eitt sindur uppaftur og
koyr síðani róman, saltið og vaniljupasta í. Rør væl í
grýtuni, meðan karamellið kókar spakuliga í umleið
5-10 minuttir. Tak grýtuna av plátuni og lat karamellið
kølna eitt sindur. Stoyt síðani karamellið í eina reina
krukku.
Karamellið kann goymast í køliskápinum í umleið 1
viku og kann brúkast til, ís, kaffi, morgunmat, vaflur,
køkur og mangt annað.
Tilfar
Sjokulátuskeyk
150 g av ísblandi frá MBM
130 g av kakao 4% frá MBM
35 g av heimagjørdum karamelli
1 tsk av vaniljupasta
Umleið 8 ísterningar
1 pk av róma frá MBM
Ymiskt skreytsukur
Ymiskt góðgæti
Heimagjørt saltkaramell
150 g av sukri
½ dl av vatni
130 g av róma frá MBM
90 g av smøri frá MBM
¼ tsk av salti
2 tsk av vaniljupasta