Bólkar

Omaná

Share:

16.10.2021

Sjokulátukøka við kirsuberjamousse

Spennandi smáar kakur við sjokulátabotni og kirsuberjamousse. Ein perfekt samanseting av tí søta tunga og tí lætta súrliga. Uppskriftin er gjørd í samstarvi við Kvinnu.

ArbeiÐsháttur:

Sjokulátubotnur

Smelta sjokulátu, putursukur, mjólk og smør við lágum hita. Tá ið alt er smeltað væl saman, tak so av plátuni og lat kólna

Píska egg, sukur og vaniljusukur lætt og ljóst

Rør smeltaða sjokulátublandið við eggjasnapsinum og blanda síðan mjøl og bakipulvur í

Baka kakuna í einum fýrakantaðum formi (uml. 20 x 20 cm) á 175 stigum í umleið 20-22 minuttir. Lat kakuna kólna

Kirsuberjamousse

Legg límbløðini í eina skál við køldum vatni í 10 minuttir

Hita kirsuberjasós, sukur og sitrón, til tað kókar, so at sukrið smeltar. Tak grýtuna av plátuni. Kroyst vatnið úr límbløðunum og lat tey smelta í heita kirsuberjalakanum. Set síðan kalt – í umleið 10 minuttir

Píska róman við einum pískara og rør síðan hvítuna í skúmið við einari skeið. Blanda kirsuberjalakan við rómablandinum og stoyt oman á sjokulátubotnin. Set kalt alla náttina

Sker køkuna í puntar og pynta við jólaligum pynti, td. reyðum átbærum blómubløðum, drotningamandlum og lakresskúlum við hindberjadusti.

Tilfar

Sjokulátubotnur

  • 100 g av myrkari sjokulátu
  • 35 g av putursukri
  • 1 dl av mjólk
  • 70 g av smøri
  • 1 egg
  • 100 g av sukri
  • 1 tsk av vaniljusukri
  • 100 g av mjøli
  • ½ tsk av bakipulvuri

Kirsuberjamousse

  • 3 límbløð
  • 90 g av kirsuberjasós – uttan ber
  • 75 g av sukri
  • ½ dl av sitrónsaft
  • 120 g av hvítu
  • 3 dl av róma