Bólkar

Baking

Share:

14.10.2021

Sjokulátaskons við tranaberjum

Lekkur og søt skons við tranaberjum og sjokuláta, sum vit hava bakað við blaki. Blak er sera vælegnað til bakstur. Uppskriftin er skjót at gera, og deiggið skal ikki ganga.

ArbeiÐsháttur:

Sker smørið í smáar bitar

Blanda hveitimjølið saman við sukrinum, saltinum og bakipulvurinum og morla smørið í blandingina

Sker sjokulátuna grovt og koyr í blandingina saman við tranaberjunum

Koyr blakið og eggini í. Samla deiggið og elt, til tað er javnt. Koyr møguliga meira mjøl í, um deiggið kennist kleprut

Ger fýra bollar og rulla út til rundingar uml. 15 cm í tvørmáti

Sker hvønn rundingin í fýra, so tað vera 16 skons, og set á bakipappír á bakarovnsplátu

Hita ovnin til 200° og baka skonsini mitt í ovninum 15-20 min.

Tilfar

  • 150 g av køldum smøri
  • 550 g av hveitimjøli
  • 120 g av sukri
  • 1 tesk. av salti
  • 6 tsk. av bakipulvuri
  • 100 g av myrkari sjokulátu
  • 50 g av turkaðum tranaberjum
  • 2½ dl av blaki
  • 2 egg