Bólkar

Omaná

Share:

16.10.2021

Sjokulátapinnar til kakao

Hesir lekkru heimagjørdu sjokulátapinnarnar rørir tú í einum krússi av flógvari mjólk. Ein hugnaligur aktivitetur við børnunum og eitt pyntiligt ískoyti til bindiklubbaborðið.

ArbeiÐsháttur:

Sker sjokulátuna smátt og smelta í vatnbaði saman við vaniljukornunum og kanelinum

Stoyt sjokulátuna í smá plastgløs ella formar (uml. 20 g) og set at kólna

Set træpinnarnar í sjokulátuna, tá ið hon er harðnað nakað, og pinnarnir ikki koppa

Lat standa kalt, til sjokulátan er harðnað, og tak úr formunum

Ein sjokulátapinnur er til uml. 2 dl av heitari mjólk

Úr bókini Leskilig jól

Tilfar

  • Mjólk
  • 200 g av myrkari sjokulátu
  • Kornini úr ½ vaniljustong
  • ¼ – ½ tesk. av kaneli
  • 10 træpinnar