16.10.2021
Sjokolátakøka við Sopi mousse
ArbeiÐsháttur:
Sjokuláta køka
Skolda berini og set at dryppa frá
Hita ovnin til 180 hitastig. Koyr alt tilfarið í ein bolla og píska í uml 2 min. Smyr ein rundan form á 26 cm og bakað køkuna í 40 min, kannað um hon er liðug, við at stinga í miðjuna. Set síðani at kólnað.
Sjokuláta ganache
Koyr alt tilfarið í eina grýtu, á miðalheitum hita, til sjokulátan er smelta, rør so, til alt er javnt og set í køliskápið í minst 30 min. Tá køkan er kólnað skal hon skerast í 2 botnar
Legg niðara botnin á ein flatan tallert ella fat. Set síðani ein form, ið kann stillast í stødd við køkuplastið innan. Sjokuláta ganache skal smyrjast omaná og smyrjast út móti og á køkuplasti, so skúmið ikki fer at renna úr forminum
Ber
Sker berini í helvt og legg tey javnt út á sjokuláta ganache, set á køl
Sopi mousse
Bloyt husblas í køldum vatnið í uml 5 min. Koyr Sopi, súrróma og floursukur í ein bolla og rør saman við einum píski rísið
Koyr tey bloyttu husblasini í eina lítla grýtu og hita á miðal lágum til tað er smeltað og tak av hitanum. Tak nú eina súpuskeið av Sopi blandingini, í heitu grýtuna og rør skjótt, síðani eina afturat, eina afturat og eina afturat. Á hendan hátt sleppur tú undan at husblas ger klumpar
At enda stoytur tú alt husblasið í Sopi blandingina og rørir skjótt so alt blandast, uttan at klumpast
Píska róman stívan og vend varliga í Sopi blandingini og stoyt varliga omaná berini. Set køkuna á køl. Eftir uml ein tíma, er mousse stívt nokk til at tú kanst leggja ovara køku botnin omaná. Fryst síðani køkuna í minst 3 tímar, gjarna til næsta dag.
Glaze
Bloyt husblas í køldum vantið í uml 5 min. Kókað sukur, mjólk og glukose sirop, til sukurkornini eru smeltað, og tak av hitanum. Koyr tey bloyttu husblasini í grýtuna og rør alt saman. Sjokulátan skal í eitt høgt og smalt ílat, og heita mjólkavatnið omanyvir, lat standa í 2 min
Vit ynskja ikki luft bløðrur í glaze,. Fyri at minka um hetta, set ílatið á skrá og koyr varliga stavblendarin heilt niður í, og blenda, uttan at lyfta blendarin upp frá. Steðga blendaranum og lyft hann síðani varliga upp. Banka 2-3 ferðir í borðið, og fjerna luft bløðrur, um neyðugt, við eini skeið. Síla varliga í eina kannu við túti og dekka til so tað er luft tætt. Lat glaze kólnað til um 36 hitastig
Tak køkuna úr forminum og set á eitt ílat, ið er smalari enn køkan og minst 5 cm høgt. Set eina bakarovnsskuffu undir. Stoyt nú glaze omanyvir køkuna, og fá tað at renna niður á allar síður. Lat køkuna standa í 5 min og skava síðurnar penar. Flyt køkuna yvir á eitt fat, við tveimum stórum knívum ella lagkøku knívum. Um tú ynskir kanst tú pynta við frískum berum, sjokuláta pyntið o.s.fr. bert hugflogið setur mørk
Psst.. um tín glaze ikki riggar í fyrsta umfari, kanst tú royna teg um aftur, á somu køku eftir uml 5-10 min. Tó bert 2 ferðir, so tað ikki verður ov tjúkt lag.
Sjokoláta kúgv
Ricekrisp massi
Set smør klárt til hendurnar, so massin ikki klistrar ov illa, tá tú fert at forma. Smelta smør og síðan skumfidus yvir vatnbað og blanda síðan Ricekrisp í. Forma meðan massin enn er heitur og bleytur, set síðani at kólnað
Modellerings sjokuláta
Smelta sjokuláta í vatnbað. Rør sirop og heitt vatn saman og koyr í sjokulátuna. Rør varliga frá síðuni og inn í miðjuna, til alt blívur til tjúkkan massa, og steðga so, hetta tekur uml 1-2 min, rør enduliga ikki ov nógv. Legg film á borðið og stoyt sjokuláta massan á og folda síðurnar inn, so eingin luft er í, set at kólnað í minst 3 tímar
Massin er nú sera harður og skal takast út á borðið í uml 15 áðrenn tú skalt brúka tað. Brót tær lítil pettir og elta tað, til tað blívur bleytt og eins. Um tað blívur ov bleytt, legg tað til síðis í uml 3 min og byrja so aftur. Nú kanst tú forma, tað tú vilt
Forma sjokulátuna til flatar rundingar og dekka Ricekrisp formin til. Síðan kanst tú seta eyka sjokuláta á, og lætt javna tað inn, við lítlari skeið ella modellerings tólum. Set tín form til síðis í 10-15 min og nú kanst tú lita, við fruktfarvu og farvupaste. Tað kann vera ein hjálp at blanda við kakao pulvur, til myrkar farvur ella floursukur,til ljósar farvur, um tað er ov tunt
Vinnarakøkan í køkukappingini 2021. Gjørt hevur: Jeanette Lassen
Tilfar
Sjokuláta køka
- 300 g hveitimjøl
- 200 g sukur
- 80 g kakao pulvur
- 2 tsk bakipulvur
- 2 tsk vaniljusukur
- 1 tsk salt
- 2 egg
- 1 dl solsikke olja
- 3 dl Bónda mjólk
Sjokuláta ganache
- 1 dl róma at píska
- 1 tsk havsalt
- 85 g myrk sjokuláta
Bromber
- 300 g fryst bromber: møguligt er at nýta ber eftir egnum ynski, hindber, jarðber o.s.fr.
Sopi mousse
- 9 bløð husblas
- 3 stk Sopi við hindber, sólber og bláber
- 1 pk súrrómi 18%
- 80 g flormelis
- 1 pk rómi
Glaze
- 4 bløð husblas
- 200 g sukur
- 2 dl mjólk
- 40 g glukosu sirupp
- 200 g sjokuláta
Tilfarslisti til sjokolátu kúnna
Ricekrisp massi
- 2 ssk smør
- 75 g skúmfidus
- 50 g ricekrisp
- 2 súpsk smør til hendurnarModellerings sjokuláta
- 250 g hvít Carletti sjokuláta
- 65 g glukosusiropp
- 1 súpsk kókandi vatn