Bólkar

Omaná

Share:

16.10.2021

Sjokoláta muffins

Lekkrar og lættar sjokulátamuffins við kaffi. Vit bara við kakao frá Røsku fyri at fáa eyka sjokulátasmakk. 45 muffins

ArbeiÐsháttur:

Blanda tað turra tilfarið saman

(Sukur, mjøl, salt, bakipulvur, kakaopulvur)

Smelta smør og sjokolátuna saman í eitt annað ílat

Koyr turra tilfarið í ein bolla, og píska tað saman við smørinum og sjokolátuni. Blanda hetta væl saman

Síðani skulu eggini í. Eitt fyri og annað eftir, men minst til at píska eggini so hvørt. Píska væl

Til allar seinast skulu mjólkin og kaffi í

Baka í 180 hitastigum við heitluft í 15 minuttir

Tilfar

  • 4 egg
  • 140 gr sukur
  • 220 gr mjøl
  • 4 tsk bakipulvur
  • 2,5 dl kakao
  • 250 gr smeltað smør
  • 200 gr sjokoláta
  • 10 spsk kakaopulvur
  • 1 tsk salt
  • 0,5 dl sterkt kaffi