Bólkar

Baking

Share:

03.11.2022

Rullukøka við rís a la mande fyllu

Nú jólini so smátt byrja at vakna úr dvala og veðrið gerst kaldari, eiga vit viðhvørt restir av rís a la mande í køliskápinum. Hví ikki brúka restirnar í einari leskiligari rullukøku? Her er ein lekkur uppskrift uppá rullukøku við rís a la mande. Vælgagnist tykkum

ArbeiÐsháttur:

Botnur:

Tendra ovnin á 200 hitastig (yvir og undir hita)

Píska egg og sukur væl, so tað gerst luftigt.

Blanda turra tilfarið saman.

Vend varliga í eggja blandingina.

Legg bakipappír á eina bakiplátu og stoyt deiggið yvir.
Breið deiggið út, soleiðis at tað er eitt sindur tjúkt og uml 2 cm frá kantinum á plátuni.

Bakast í 9 min á 200 hitastigum

Stroy sukur á eitt annað bakipappír og vend køkubotnin á sukrið.
Legg eitt fugtigt viskistykkið á botnin, lat kólna.

Fylla:

Breið rís a la mande yvir kalda bótnin, spreið eitt sindur av fínt hakkaðum mandlum á miðjuna, rulla køkuna saman og legg skoytið niðureftir.

Balla rullukøkuna í húsarhaldsfilm og lat tað vera eitt sindur stramt.
Set køkuna í køliskápið, so hon kann samla seg, ímeðan tú gert kirsjuberjasósina.

Kirsuberja gele:

Hita kirsuberjasósina í grýtu.

Blenda ella skeiða kirsuberini úr grýtuni.
Legg 3 límbløð á blot og aftaná í grýtuna saman við kirsuberjasósini, rør væl.

Lat kólna og oys síðan sósina oman yvir køkuna.

Stroy til endans brendar mandlir yvir.

 

Tilfar

Botnur:

4 egg

60 gr sukur

80 gr eplamjøl

1 tsk bakipulvur

 

Fylla:

600 gr Rís a la mande

 

Kirsuberja gele:

1 pk av kirsuberjasós

3 límbløð

 

Pynt:

Fínt hakkaðar, brendar mandlir