Raska

Hava tit heilsa uppá Røsku?

Raska er okkara nýggi maskottur á MBM.

Endamálið við Røsku er, at MBM gerst sjónligari í almenna rúminum og harvið vekjur áhuga hjá børnum og ungum í Føroyum fyri okkara vørum. Málið er, at børn og ung í Føroyum blíva meira tilvitað um okkara vøru og allir ágóðarnar í mjólkini.

Um áhugi er fyri vitjan av Røsku á stovnum og skúlum kring landið, er hetta eisini ein møguleiki,  við at senda ein teldupost til raska@mbm.fo.