28.09.2022
RÆSTUR FISKUR VIÐ OSTA-EPLAMORLI
ArbeiÐsháttur:
Flys eplir og kóka tey, til tey eru moyr.
Set samstundis fiskin at kóka. Tá fiskurin
kókar, set tá hitan niður so mikið, at tað
akkurát smákókar – lat smákóka í umleið 20
min.
Stoyt mjólk og smør í eina grýtu og hita, til
smørið er smeltað.
Stoyt vætuna frá eplunum og stoyt eplini í
ein bolla, píska við pískara ella pískirísi, um tú
ynskir grovari morl, stoyt mjólkina og smørið í
og píska víðari. Síðan sinop.
Rív Kæsa-ostin og vend hann í eplamorlið og
smakka til við muskatnøt, salti og pipari.
CHUTNEY
Flys súreplini og leykin og sker í smærri bitar.
Hita olivinolju og steik súreplini og leykin væl
(tó skal tað ikki fáa lit)
Tá súreplini og leykurin eru bleyt, stoytir tú
sukur, edik og vatn í. Lat smákóka varliga, til
næstan øll vætan er burtur, og tú hevur eitt
samanhangandi bland.
Um neyðugt – smakka til við ediki, sukri og
salti.
Borðreið í skálir – fyrst eplamorl, síðan
ræstan fisk og til síðst chutney.
Tilfar
Umleið 800 g av røstum fiski
EPLAMORL
1 kg av eplum
100 g av Kæsa-osti frá Røsku
50 g av smøri frá Røsku
250 ml av bóndamjólk frá Røsku
1 ssk av grovkornaðum sinopi
Muskatnøt
CHUTNEY
3 reyð súrepli
3 leykir
1 dl av vatni
4 ssk av ediki
4 ssk av sukri
2 ssk av olivinolju