Bólkar

Baking

Share:

16.10.2021

Pitsavaflur við Kæsa

Ein øðrvísi og lekkur miðmáli, sum eisini riggar serstakliga væl í matpakkanum. Vit brúka Kæsa frá Røsku til hesar spennandi vaflurnar.

ArbeiÐsháttur:

Alt tilfarið til deiggið verður blandað væl saman við miksara

Baka vaflurnar bert á tí einu síðuni við fyllu á. Vend henni ikki við, men klappa í staðin tvær vaflur saman, so fyllan verður í miðjuni av tveimum vaflum.

Tilfar

  • 110 g Smør frá Røsku
  • 4 egg
  • 250 g hveitimjøl
  • 0,5 tsk salt
  • 4 dl Bóndamjólk
  • 100 gr Súrróma 18%
  • 1 spsk oregano
  • 1 tsk paprika
  • 0,5 tsk leykpulvur
  • 1 tsk bakipulvurFylla:
  • Pepperoni
  • Skinkustrimlar
  • Kæsa ostur, skorin í stykkir ella rivin
  • Tomatsós