Bólkar

Døgverði

Share:

16.10.2021

Pasta fat við Kæsa

Ein skjótur og barnavinarligur nátturði ella millummáli. Pastafat við grønmeti, skinku, pasta og Kæsa frá Røsku omaná.

ArbeiÐsháttur:

Kóka pasta

Sker piparfruktir og leykin í smáar bitar

Gularøturnar skulu vera fínt rivnar og sker høsnarungabringurnar í smáar bitar

Sósin:

Koyr matgerðarróman í eina grýtu við miðal-lágum hita

Tá ið matgerðarrómin byrjar at hitna, rør væl tomatpuré í

Síðani verða hakkaðu tomatirnar og BBQ sósin blanda upp í matgerðrarróman

Smakka til við papprika, salti og pipari

Koyr pasta í 2 føt og blanda alt væl upp í

Síðani verður sósin koyrd í og rør saman við restini

Til seinast verður Kæsa ostur rivin omaná

Inn í ovnin á 175 hitastig til osturin er smeltaður

Tilfar

  • 1 kg pasta
  • 2 piparfruktir
  • 1 stóran leyk
  • 4-6 gularøtur
  • 1 blikk mais
  • 2 høsnarungabringur
  • 1 pk skinkuterningar
  • 1 blikk av tomatpuré
  • 2 blikk av hakkaðar tomatir við oregano og basilikum
  • 2 pk av matgerðarróma
  • 3-4 stórar súpiukeiðir av góðari BBQ sósKryddað við papprika, salt og pipari1 Kæsa