Bólkar

Omaná

Share:

16.10.2021

Panna cotta við saltkaramellsós

Panna cotta merkir kókaður rómi á italskum, og er eitt slag av budingi, sum verður gjørdur við at kóka róma upp við sukuri og vanilju. Ein klassisk italsk dessert her við føroyskum róma.

ArbeiÐsháttur:

Panna Cotta:

Legg límbløðini á blot í einari skál við køldum vatni

Skava kornini úr vaniljustengrunum og vend tey í sukrið

Lat sukrið, vaniljukornini, vaniljustengurnar, róman, mjólkina og rivna sitrónskalið í eina grýtu, ið verður hitað til kókiðpunktið, meðan rørt verður í

Tak grýtuna av hitanum, kroyst vætuna úr límbløðunum og lat tey í grýtuna. Píska límbløðini í vaniljuróman. Til alt er upployst

Sálda vaniljuróman og lat í gløs/skálir; lat Panna Cotta køla í minsta lagi 5 tímar

Saltkaramell

Hita róman í einari lítlari grýtu til tað nærkast kókipunktinum, tak síðan grýtuna av hitanum

Smelta sukrið í einari grýtu, á miðalhøgum hita – ansa eftir, at tað ikki brennur. Tá sukrið er lutvíst smeltað, verður rómin latin í grýtuna og tilfarið verður rør væl saman

Fá karamell sósina uppá kók, sløkk undir grýtuni og lat salt karamellið køla

Rør flakisaltið í karamellið, lat tað í eitt ílat og set síðan í køliskápið

Borðreið

Lat eitt vet av saltkaramell útyvir tína Pannacotta og Borðreið.

Tilfar

Panna cotta:

  • 4,5 dl rómi
  • 1 dl bónda mjólk
  • 50 g Sukur
  • 2 vaniljustengur
  • 4-5 límbløð (husblas)
  • Rivið skal frá einari vistfrøðiligari sitrón

Saltkaramell:

  • 125 gr Rørsukur
  • 30 gr Smør
  • 1,5 dl Rómi
  • 1/4 tsk Flakisalt