16.10.2021
Oreo ísur
ArbeiÐsháttur:
Koyr ísbaldið í ísmaskinuna. Tá ið tað byrjar at blíva til ís, vendir tú 125 gr av knústum oreo í. Fyll síðani ís formarnar, og set formin í frystiboksina náttina yvir. Leypur nakað av, kanst tú koyra restina í eitt ílat í boksina
Um tú ikki eigur ísform, kann ísurin koyrast í eitt ílat, og í boksina, so hann verður fastari. Ísurin kann etast sum hann er, ella sum kúlur í eina vaflu
Dagin eftir tempererar tú sjokulátuna
Koyr 300 gr av sjokulátuni og kakaosmøri í ein bolla. Inn í mikroovnin í 1 min, síðani 30 sekund, og 10 sekund nakrar ferðir. Tá ið tað er komið á 40-45 stig, stoytir tú restina av skokulátuni, 100 gr í og letur tað smelta saman, soleiðis at temperaturin fellir niður á 31-32 stig. So er klárt at dyppa ísin í. Tak ísin úr forminum. Dyppa í sjokulátuna. Dryssa knúst oreo á, og pynta aftur við sjokulátuni. Ísurin kann etast beinanvegin
Hendan uppskriftin er gjørd í samstarvi við Stampekøkur
Tilfar
- 1 pk ísbland frá Raska
- 125 gr knúst oreo
- 400gr mjólkasjokulátu frá Callebaut
- 120 gr kakaosmør frá callebaut
- 25 gr knúst oreo