Ommu vaflur
Share:
17.04.2024
Ommu vaflur
Tær eyðkendu vaflurnar hjá ommu. Tær smakka so væl og tær eru eisini skjótar at gera og ikki minst, so fylla tær rúmið við tí lekkra vafluluktinum <3
Um tú ikki eftir allar, so kanst tú frysta tær til annan dag. Hitar tú tær í ovinum á lágum hita í nakrar minuttir, so eru tær sum nýbakaðar.
ArbeiÐsháttur:
Smelta smørið og lat síðani mjólkina í og rør tað væl saman.
Rør sukur, egg og kardamummu væl saman og koyr tað smeltaða smørið og mjólkina í blandingina og rør tað væl saman.
Rør restina av turra tilfarinum saman og koyr síðani tilfarið so við og við í, meðan tú pískar soleiðis at ongir klumpar eru í deigginum.
So er bara at fara í gongd við at bakað vaflur
Tilfar
6 stk. Egg
500-700 g. Sukur
250 g. Smør
1/2 l. Mjólk
1 kg. Mjøl
2 tsk. Natron
1 tsk. Kardamumma