Nýggjur yvirleiðari á Búrøkt

5.mai byrjaði Dánial Jespersen í starvi, sum yvirleiðari á Búrøkt.
Dánial kemur at verða virkandi yvirleiðari yvir Búrøkt deildirnar, verkstaðnum, eftirlit og hjá goymsluni.

Dánial hevur drúgvar royndir innan sølu og leiðslu. Hann hevur starvast í SMS samtakinum í 30 ár.
Seinasta hálvt annað árið hevur hann starvast á gróðurstøðini.
Hann hevur stóran áhuga innan urtagarð, plantir og djór.

Vit ynskja Dániali hjartaliga vælkoman í fyritøkuna og blíðan byr.