Bólkar

Baking

Share:

11.05.2026

Mjúkir kanelsniglar

Hesir mjúku kanelsniglarnir eru gjørdir til tær løturnar, har tú setur teg niður og vilt unna tær sjálvum nakað serligt og nýtur nakað, sum er bakað við kærleika,. Eitt lítið sindur av luksus í gerandisdegnum bilar ikki.

ArbeiÐsháttur:

Deiggj:

Rør gerina saman við flógvu mjólkini.
Stoyt salt, sukur, vanilju, Summarskál, Smør, egg og arbeið mjølið spakuliga inn – eitt sindur í senn.
Elt deiggið  í umleið 10 minuttir. Hevur tú ikki rørimaskinu, so elt eyka væl við handamegi.
Legg eitt reint viskustykki á bollan/skálina við deigginum – og lat deiggið ganga í hálvanannan tíma.
Fylla:
Stroy mjøl á borðið og stoyt síðan deiggið á borðið – elt tað ígjøgnum, tað er eitt sindur klistrut.
Rulla deiggið út- Smyr eitt gott lag av smøri omaná og stroy kanelsukri og putursukri omaná – so nógv sum hjartað ynskir.
Rulla deiggið saman, sker í stykkir og legg singlarnar í eitt vælsmurt eldfast fat.
Lat rúm vera ímllum teir, tí teir fara at vaksa.
Lat deiggið ganga í 30 minuttir afturat.
Loyndarmálið:
Hita róma í einari grýtu.
Tá ið sniglarnir eru klárir at fara í ovnin, hell flógvan róma niður í millum teir.
Tað ger teir deiliga mjúkar og bleytar.
Bakast á 170 hitastigum, yvir- & undirhita, í 20 – 25 min, til teir byrjað at gerast gyltir.
Sitrónkrem:
Tá ið kanelsniglarnar eru komnir úr ovninum, lat teir køla eitt vet.
Rør rómaost, florsukur, smør, róma og rivið sitrónskal saman, til kremið er lætt og luftigt.
Smyr kremið omaná, meðan køkan framvegis er eitt sindur heit – og lat tað smelta spakuliga niður í sniglarnar.
Vælgagnist !

Tilfar

Deiggj:

  • 2 dl mjólk (flógva)
  • 50 g ger
  • 1 tsk salt
  • 1 egg
  • 80 g sukur
  • 1 dl summarskál
  • 1 tsk vaniljupaste
  • 3 spsk smør (bleytt)
  • 490 g mjøl

+ 150 – 200 ml av heitum róma

Fylla:

  • Kanelsukur
  • Putursukur
  • Smør

Sitrónkrem:

  • 200 g rómaost (naturel)
  • Skal av 1/2 vistfrøðiligari sitrón (rivið)
  • 1 spsk smør
  • 0,5 dl róma
  • 320 gr florsukur