Bólkar

Baking

Share:

16.10.2021

Mintísur við kokusmarengs

Lorem ipsum dolor sit amet, consectetur adipiscing elit, sed do eiusmod tempor incididunt ut labore et dolore magna aliqua. Ut enim ad minim veniam, quis nostrud exercitation ullamc.

ArbeiÐsháttur:

Skil eggjahvítan og eggjareyðan og goym eggjareyðan til ísin

Píska hvítan til hann verður stívur og blanda síðan sukurið spakuliga í skeið fyri skeið

Lat eina skeið í og blanda til sukurið bránað og síðan eina skeið afturat

Blív við til alt sukurið er blandað saman við hvítanum

Síðan letur tú 50 gram av kokus í blandingina og eltur tað spaluliga til tað er væl blandað

Síðan skalt tú skilja blandingina í tveir eins stórar partar og breiða tað út á bakipappír í ta stødd, sum hóskar til serveringsfatið, sum tað skal serverast áÐ

Set inn í ovnin á 150 hitastig til botnarnir eru turrir. Tað verður umleið 70 minuttir

Tak tað út og lat tað kólna

Síðan skalt tú gera ísin

Stoyt hálvan litur av róma í ein bolla og píska hann til hann er hóskiliga stívur. Lat síðan róman standa, meðan tú pískar eggjareyðarnar saman við sukuri. Blanda til sukurið er smeltað

Tak mintsjokulátuna og hakka hana sundur í heilt smáar bitar. Blanda síðan róman, eggjareyðan og sjokulátuna saman, meðan tú letur vanilju korn ella pulvur í eftir smakki

Legg síðan annan marengsbotnin í formin og lat so íblandingina omaná marengsbotnin. Legg síðan marengstoppin omaná og set síðan kokusísin í frystaran í 12 tímar

Tilfar

  • 6 egg
  • 250 gram sukur
  • 50 gr kokus
  • 0,5 litur av róma
  • Eina vaniljustong ella vaniljupulvur
  • 250 gram mintsjokolátu