
Minningarorð um Hákun Steingrímsson
Vit vilja minnast ein heilt serligan mann – Hákun Steingrímsson – sum í meira enn eitt áratíggju var stjóri hjá MBM. Frá 2012 til november 2024 stóð hann á odda fyri felagnum, og hetta gjørdi hann við dirvi, visjón og einum sterkum vilja.
Hákun var ikki bert ein stjóri – hann var ein leiðari. Ein maður, sum sá møguleikar, har onnur sóu forðingar. Og vóru forðingar, so loysti hann tær – uttan hóvasták og við eini trúgv uppá, at tað bar til. Hann lyfti MBM upp á eitt nýtt støði – gjørdi felagið meira professionelt, og undir hansara leiðslu vaks virksemið munandi.
Hann var við til at seta fleiri spennandi verkætlanir í gongd. Handilin Búrøkt bleiv mentur og øktur. Hann hevði stórar ætlanir við mjólkarvirkinum – og tað varð undir hansara leiðslu, at MBM byrjaði at framleiða ost, Smyr og fleiri aðrar vørur, sum í dag eru ein sjálvsagdur partur av okkara gerandisdegi. Hann hugsaði eisini størri enn Føroyar – og lat dyrnar upp fyri útflutningi, m.a. til Grønlands.
Men tað, sum gjørdi Hákun heilt serligan, vóru hansara menniskjaligu eginleikar. Hann var ein maður, sum hevði eina tygn yvir sær – eina ró, sum gav øðrum tryggleika. Hann var altíð klárur at fortelja eina góða søgu ella báðar tvær, og tær hava vit á MBM notið gott av. Hákun hugsaði øðrvísi enn tey flestu, og mangar verkætlanir eru sprotnar úr hansara hugaroki.
Hóast hann seinastu tíðina stríddist við drúgva sjúkralegu, so merktist tað aldrin á honum. Hann helt fram við sínum arbeiði við sama neyvleika, sama dirvi og somu styrki sum altíð. Hann hevði ein vilja, sum ikki lat seg steðga – og hevði eitt ynski um at laða henda varðan eftir seg. Hann var ikki liðugur at menna MBM – men lagnan vildi nakað annað.
Vit vísa djúpa samkenslu til hansara nærmastu – konu hansara Sigrun, og børnini Tóka og Duritu. Hann varð einans 61 ára gamal. Vit vita, at sorgin er stór, men eisini, at minnini um Hákun koma at standa við.
Vit minnast Hákun við virðing og kærleika. Hann hevur laðað ein stóran varða eftir seg – bæði í felagnum og í hjørtunum hjá teimum, sum kendu hann.
Nú er seinasti steinurin laðaður á endaliga varðan. Ferðin, sum var merkt av arbeiði, trúfesti og hjarta, er komin at enda. Eftir stendur ein trygg leið fyri tey, sum koma aftaná – ein minnis-varði um eitt lív, ið setti spor, sum aldrin hvørva.
Vit vilja hervið lýsa frið yvir minnið um Hákun.