
MBM styrkir føroyska hondbóltin
MBM hevur tikið stórt stig inn í føroyskan ítrótt við at gerast nýggjur stórstuðul hjá Hondbóltssamband Føroya. Sum liður í samstarvinum er MBM nú sjónligt á nýggju landsliðsblusunum, og sáttmálin er galdandi fram til 2028.
Andrass Thomsen, stjóri í HSF, var herfyri hjá MBM á Vegnum Langa í Hoyvík, har nýggi sáttmálin var undirskrivaður saman við Tony Weyhe, stjóra á MBM.
Andrass Thomsen, stjóri í HSF, var herfyri hjá MBM á Vegnum Langa í Hoyvík, har nýggi sáttmálin var undirskrivaður saman við Tony Weyhe, stjóra á MBM.
Tony Weyhe, stjóri í MBM, sigur um samstarvið:
“Vit fegnast um nýggja og spennandi samstarvið við HSF. Menning í føroyskum hondbólti er eyðsýnd fyri allar føroyingar og merkist næstan dagliga í prátinum í kaffistovuni – Trúgvi uppá egna megi, mátt og loysnir hevur flutt hondbóltin, og tað er eisini ein hugburður vit í MBM ynskja at spegla okkum í.”
Samstarvið er ikki bara ein stuðul til ítróttin – tað er eisini ein styrking av felags virðum. MBM er ein serføroysk fyritøka, sum dagliga arbeiðir við at fáa tað besta úr føroyskum tilfeingi. Hetta samsvarar væl við HSF um at menna hondbóltin við føroyskum kreftum og evnum.