
MBM endurnýggjar stuðulsavtaluna við rógvaran Vár G. Hansen
MBM hevur longt stuðulsavtalvuna við rógvaran Vár Guriardóttir Hansen, sum seinastu árini hevur verið millum til tey mest lovandi føroysku ítróttartalentini.
Við avtaluni staðfestir MBM sín vilja at stuðla einum ítróttarfólki, sum er kent fyri at vera ágrýtin, sterk, fyrimyndarlig og serstakliga málrættað.
Seinastu mánaðirnar hevur Vár enn einaferð prógvað sína sterku støðu á altjóða pallum.
Í januar vann hon silvur í Singapore, har hon setti heimsmet, sum aftur staðfesti framúr góðu ítróttarorkuna og arbeiðslagið, hon er vorðin kend fyri.
Vár hevur seinastu árini gjørt um seg í altjóða høpi, og millum annað vunnið franska meistaraheitið í inniróðri, ein av fleiri týðandi ítróttarligum avrikiðunum, sum hava gjørt hana til eitt av mest spennandi innirógvarunum í heiminum.
Vár hevur verið stuðlað av MBM seinasta árið, og MBM fegnast um at stuðla henni.
Nú heldur fyritøkan áfram at stuðla henni, meðan hon arbeiðir miðvíst og ágrýtið fram ímóti stórum altjóða málum.
– “Vár er ein fyrimynd innan fyri ítróttin. Hennara arbeiðsemi og drívmegi samsvara sera væl við okkara virðir, og tí vilja vit framhaldandi vera við á hennara ferð,” sigur Rúni Joensen, sølu- & marknaðarleiðari í samband við avtaluna.
Við endurnýggjaðu stuðulsavtaluni fær Vár tryggjað góðar karmar at halda fram við sínum venjingum, har hon longu nú stendur sum eitt dømi um, hvat ein blanding av viljastyrki, arbeiðssemi og treiskni kann føra til.