30.05.2022
Mazarin køka við sjokuláta ganache og berja mousse
ArbeiÐsháttur:
Mazarin køka:
Set ovnin á 175 stig, heit luft.
Píska smør, marsipan, sukur og salt saman. Lat eitt egg í ísenn og píska so hvørt.
Lat mjøl í og píska alt væl saman.
Legg bakipappír í botnin á einum springformi, sum er 20 cm í tvørmáti og smyr formin við smør.
Lat deiggið í formin og baka umleið 20 minuttir. Ovnar eru ymiskir, so tað ræður um at fylgja við. Tað kann vera at tín køka skal baka styttri ella longri.
Lat køkuna kølna.
Ganache:
Tá køkan er kølnað kanst tú seta køkuplast runt í forminum.
Lat alt tilfarið í ein bolla og koyr tað í mikroovnin í 30 sekund.
Rør í miðjuni. Inn í mikroovnin í 20 sekund. Rør aftur til tað verður ein samlaður massi.
Er alt ikki smeltað, kanst tú royna 10 sekund í mikroovninum nakrar ferðir aftrat, til tað hevur samlað seg.
Lat ganache í formin omaná mazarin køkuna.
Set í frystiboksina ímeðan tú gert mousse.
Berja mousse:
Legg límbløðini í kalt vatn í minst 10 minuttir.
Lat berini, sukri og sitrón sevjuna í eina grýtu, lat kóka spakuliga í nakrar minuttur.
Stavblenda og síla kjarnurnar frá og lat frukt puré’ina í ein bolla. Lat límbløðini í puré’ina og rør saman so límbløðini smelta.
Lat standa, til tað er kølnað. Píska róman til tað byrjar at gera toppar. (Rómin má endiliga ikki blíva stívur.)
Vend eitt sindur av rómanum í senn saman við puré’num.
Tak formin við kakuni úr boksini og lat mousse í hann. Kakan kann seta seg í køliskápinum. Men hon kann eisini seta seg í frystiboksini, um tað skal ganga skjótt.
Tá køkan hevur sett seg:
Loys køkuna frá forminum og set hana á eitt køkufat. Pynta við tí, sum tú hevur hug til.
Eg havi pyntað við berum, sjokolátu og sjokolátu perlum.
Vælgagnist!
Tilfar
Mazarin kaka:
130 gr bleytt smør
120 gr rivið marsipan
120 gr sukur
1/2 tsk salt
2 egg
70 gr mjøl
Sjokuláta ganache:
130 gr myrk sjokuláta (Callebaut 811)
90 gr rómi
10 gr smør
Berja mousse:
4 husblas/límbløð
250 gr ber. Eg havi brúkt 150 gr hindber
100 gr jarðberð
Saft frá eini hálvari sitrón
120 gr sukur
2,5 dl rómi (1 pakki)