Matpakka muffins
Share:
02.02.2024
Matpakka muffins
Flest okkara kenna tað.... Matpakkin.... Hvussu kunnu vit gera hann eitt sindur spennandi?
Eggjamuffins eru skjótar at gera, minka um matoyðsl, tí tað er bara at brúka tað tú hevur í køliskápinum og tað er bara at brúka hugflogið :)
Børn elska innbjóðandi matpakkar og hendan eggjamuffins smakkar væl, er litrík og ikki minst, skjót at gera.
Tak børnini við í matgerðina, tí hettar er skjótt og lætt :)
Tað tekur áleið 30min við baking , so tað ber væl til at gera tær sama morgun, men tilber eisini at gera tær klárar kvøldi áðrenn.
ArbeiÐsháttur:
Smyr formin væl við olju.
Píska eggini væl saman, síðani píska mjólkina væl í eggjablandi.
Tá ið blandingin er komin saman, koyri eg pipari, salt og pesto í og røri alt væl saman.
Sker grønmeti, persillu og hamburgararygg pylsu smátt og Kæsa í tunnar strimmlar.
Legg grønmeti, hamburgarapylsu pálegg, persillu og Kæsa í botnin, síðani eggjablandi omaná og toppa við tí sama.
Mitt í ovnin, 200 hitastig áleið 20 min.
Tilfar
G.G: Uppskriftin er til 2 eggjamuffins.
Eg brúki 1 egg, pr muffins form, hesir eru stórir formar.
2 egg
2 spsk bóndamjólk
Kæsa
Hamburgararygg pylsa
1 tsk Reytt pesto
Reyð piparfrukt
Persilla
Sitrónpipar og salt.