Bólkar

Baking

Share:

15.04.2024

Marmorkøka

Marmorkøkan er ein kaka, ið flest okkara kunnu minnast aftur á til tíðina sum barn, at man fekk nýbakaða marmorkøku frá mammu ella ommu, og skolað niður við einum køldum glasi av mjólk. Marmorkøkan er tíðarleys og smakkar væl.

ArbeiÐsháttur:

Píska smør, sukur og vaniljusukur saman, til tað gerst bleytt og luftigt.

Eftirfylgjandi píska eggini í blandingina, eitt egg í senn.

Koyr súrróman í blandingina og blanda tað væl saman. Síðani sálda mjøl, bakipulvur.

Tá ið, alt er blanda væl saman, lat síðani rivið appilsin skal í.

Tak 1/3 av deigginum frá og koyr kakaopulvur í og rør væl saman.

 

Koyr deiggið í ein vælsmurdan breyðform og deil deiggið í formin og koyr ein gaffil ígjøgnum deiggið varliga, so tað hvíta og brúna ikki verður for væl blanda saman.

Bakast á 170 hitastig í 40min, heita luft.
Hald eyga við kakuni frá 30min markinum.

Tilfar

  • 200 gr av bleytum Smøri
  • 3 egg
  • 1 skal av rivnari vistfrøðiligari appilsin
  • 1 spsk av Súrróma 18%
  • 2 tsk av vaniljusukri
  • 2 tsk bakipulvur
  • 175 g hveitimjøl
  • 210 g sukur
  • 2 spsk kakaopulvur