25.11.2022
Leskilig kaffi karamel køka
ArbeiÐsháttur:
Cookiebotnur:
Smelta smørið í eini grýtu og tak av hitanum. Lat farin og sukur í og rør væl. Píska síðani eggið í. Lat síðani mjøl, bakipulvur og salt í og píska til deiggið hevur samlað seg. Lat sjokolátuna í og rør.
Koyr deiggið í ein form á 24 cm við bakipapír í botninum og baka í 22-24 min. á 180 stigum luft. Lat kølna, legg ein tallerk (20 cm) á botnin og sker kantarnar burtur, (hetta tí kantarnir ofta vera so harðir, tá botnurin er kólnaður.) Set botnin á køl.
Marengsskúm:
Lat sukur, glukosesirop, vatn og vaniljusukur í eina grýtu og set at kóka. Í meðan sukurlakin kókar, píska so eggjahvítan stívan. Tá eggjahvítin hevur samlað seg, koyr eina spsk av sukur í og píska víðari. Lat sukurlakan kóka uppá 118 stig og koyr síðani sukurlakan í eggjahvítarnir í eini tunnari strálu eftir kantinum á bollanum. Píska væl og leingi til skúmið er orduliga fast.😊
Smyr skúmið javnt á botnin, men tað er ikki neyðugt at brúka alt skúmið.
Koyr botnin á køl ella í frystiboksina, til hann skal brúkast.
Kaffi-karamel mousse
Bloyt husblas í køldum vatni í 10 minuttir. Smelta sjokulátuna í mikroovni samstundis sum tú hitar 1 dl róma í grýtu til beint undir kókipunktið. Píska ímeðan 3 dl róma og 1,5 dl vaniljukrem saman. Ikki orduliga stívt, men bara soleiðis, at tað samlar seg.
Upploys kaffi í hitaða rómanum, smelta síðani husblasið í. Stoyt síðani heita róman útyvir smeltaðu sjokulátuna og rør runt. Tá sjokulátan og rómin hava samlað seg, letur tú eitt lítið sindur av pískaða rómanum í sjokulátuna, rør runt. Ger hetta tvær-tríggjar ferðir, áðrenn alt verður blandað saman. Umráðandi er, at tað ikki verður pískað saman, men vend varðisliga við einum spartli, so alt samlast.
Tak frysta botnin upp og legg hann á serveringsfat. Tak ein springform/”justerbar” á 24-25 cm, klæð við køkuplasti framvið kantinum. Springformurin skal vera størri enn botnurin, sum er meiningin.
Ansa eftir, at mousse ikki er ov flótandi, tá stoytast skal útyvir botnin, so tað ikki rennur ímillum formin og køkufatið. Um tað er so, stilla síðani mousse á køl eina løtu, so tað stívnar eitt sindur. Hetta má metast um áðrenn stoytt verður útyvir botnin.
Stoyt mousse yvir botnin, set á køl í minst 4-6 tímar ella frost í 2-4 tímar. Tað er eisini møguligt at gera hesa køkuna ”upside-down” í silikonuformi, tá skal køkan frystast í min 5-6 tímar.
Tá køkan hevur staðið á køl/frost, tak formin og køkuplasti av og pynta eftir ynski. Gull hóskar seg væl til karamelfarvaða mousse, men bert hugflogið setur markið.
Vælgagnist!😊
Tilfar
Kaffi-karamel køka
Køka til 12-15 fólk
Cookiebotnur:
100 g Raska smør
120 g farin
110 g sukur
1 egg
1 tsk salt
140 g mjøl
1 tsk bakipulvur
90 g GOLD sjokuláta
Marengsskúm:
90 g sukur
45 g glukosesirop
30 g vatn
1 tsk vaniljusukur
60 g eggjahvítar
1 spsk sukur
Kaffi-karamel mousse
6 husblas
285 g GOLD-sjokulátu
1 dl Raska róma
3 tsk instant kaffi
3 dl Raska róma
1,5 dl Raska vaniljukrem