Leiðslubroytingar á mjólkavirkinum

Rógvi Weyhe fer nú úr starvinum sum framleiðsluleiðari og tekur yvir sum virkisleiðari í fyritøkuni.
Í hansara stað kemur Henningur Einar Juul at virka sum nýggjur framleiðsluleiðari.
Vit ynskja Rógva hjartaliga tillukku við nýggja leiklutinum og takka honum fyri stóra arbeiðið og álitið, hann hevur sýnt sum framleiðsluleiðari.

Samstundis bjóða vit Henningur Einari vælkomnum í leiðslutoymið og gleða okkum at síggja hansara íkast og arbeiði í framleiðsluni.
Fyritøkan er sera takksom fyri at hava so nógv dugnalig og eldhugað starvsfólk, ið hvønn dag arbeiða fyri at menna og røkja okkara felagsskap.

Fyritøkan er í støðugari menning, og tað ber til – ikki minst – tí vit hava eitt sterkt toymi av dugnaligum starvsfólkum.
Tað eru tey, sum eru grundarlagið undir framgongdini, og sum gera tað møguligt at flyta fyritøkuna fram á leið.

Vit síggja spent fram til komandi tíðina og tað arbeiði, sum liggur fyri framman.

Vit ynskja báðum leiðarunum hjartaliga til lukku við størvunum og blíðan byr.
 Væl er sátt og væl er røktað. – sigur orðatakið