16.10.2021
Lambskjøt í gularótum
ArbeiÐsháttur:
Flys gularøturnar og sker leykirnar í smá pettir og legg alt í eitt fat, sum er so mikið stórt, at eitt tjógv fær ligið í. Lat umleið 3 dl av vatni í fatið og krydda kjøtið við salti og pipari og koyr so tveir heilar hvítleykir í. Ikki pilka skalið av hvítleykinum.
Set alt inn í ovnin á 180 hitastigum í tríggjar tímar.
Sker eplini í skivur og legg tey í eitt fat. krydda við salt pipar og sker 4 puntar av hvítleyki í smá petti og lat út yvir eplini. Stoyt so mikið av róma omaná at eplini eru hálv undir í rómanum. Set í ovnin í 30 minuttir til 40 minuttir. Ið hvussu er, til rómin er næstan burtur úr fatinum, tað vil siga, at eplini hava upptikið næstan alla vætuna úr rómanum.
Sós
Brúka vatnið frá fatinum við kjøti, gularótum, leyki og hvítleyki og blanda tað við mjøl/róma. Krydda eftir smakki. Koyr liting í.
Servera við heitum reyðkáli.
Flys gularøturnar og sker leykirnar í smá pettir og legg alt í eitt fat, sum er so mikið stórt, at eitt tjógv fær ligið í. Lat umleið 3 dl av vatni í fatið og krydda kjøtið við salti og pipari og koyr so tveir heilar hvítleykir í. Ikki pilka skalið av hvítleykinum.
Set alt inn í ovnin á 180 hitastigum í tríggjar tímar.
Sker eplini í skivur og legg tey í eitt fat. krydda við salt pipar og sker 4 puntar av hvítleyki í smá petti og lat út yvir eplini. Stoyt so mikið av róma omaná at eplini eru hálv undir í rómanum. Set í ovnin í 30 minuttir til 40 minuttir. Ið hvussu er, til rómin er næstan burtur úr fatinum, tað vil siga, at eplini hava upptikið næstan alla vætuna úr rómanum.
Tilfar
- Eitt tjógv
- Salt
- Pipar
- Hvítleyk
- 2 kilo av gularótum
- 1 kilo av leyki
- 2 kilo av eplum
- Róma
- Reyðkál