Laktosufrítt væl móttikið
Tað var nógv eftirspurt av okkara kundum, men tilgongdin at fara undir at framleiða laktosufrítt, er drúgv. Tað er ein sannroynd, at fleiri og fleiri føroyingar spyrja eftir vørum, ið ikki innihalda mjólkasukur. Mongdin av fólki, ið ikki tola laktosu, økist. Og sjálvandi ynskja vit, at føroyingar skulu hava møguleikan at keypa føroyskar mjólkaúrdráttir uttan laktosu.
Fyrsta royndin er Soltið jogurtið, sum vit annars kenna sum jogurtið við lægri fitiinnihaldi enn tað vanliga. Tað er óbroytt, men nú hava tey, ið ikki tola laktosu, eisini møguleikan at eta føroyskt jogurt.
Vit gleðast um, at vøran er væl móttikin í 2021. Nú gleða vit okkum at síggja hvussu hon fer at klára seg frameftir.
Soltið jogurt verður framleitt í fýra ymiskum útgávum. Banan-Pera, Jarðber, bláber og síðani reint jogurt.
Er veruliga eingin laktosa í
Svarið er sera einfalt. Nei, har er eingin laktosa í Soltið jogurt. Mannagongdin verður fylgd frá framleiðslubyrjan til vøran er liðugt pakkað. Rannsóknarstovan hjá okkum ger eisini kanningar av vøruni, so at vit kunnu tryggja brúkarunum eina vøru, ið livur upp til krøvini.
Hvussu
Mjólkin verður leidd gjøgnum nøkur filtur. Tey taka 40 % av laktosuni. Kalsium og onnur føðsluevni verða verandi í vøruni. Tann laktosan, ið er eftir, hvørvur í næsta stignum.
Í næsta stignum verður laktasa koyrd í. Hon niðurbrýtur laktosuna í mjólkini. Talan er um sama evnið, sum kroppurin nýtir at sodna laktosu í búkinum.
Allar vørur eru glutenfríar
Soltið jogurt er frámerkt sum glutenfrítt jogurt. Men tað skal sigast, at allar vørur hjá okkum eru glutenfríar.
Eitt eplastívilsi verður brúkt i vørunum, men tað inniheldur ikki gluten.