Bólkar

Omaná

Share:

16.10.2021

Lagkøka við jarðberjum og súrróma

Einki slær eina góða lagkaku. Hendan lagkakan við pískaðum súrróma er framúr góð og hevur júst ta røttu balansuna millum søtt og súrligt. Og við frískum jarðberjum verður tað ikki betri.

ArbeiÐsháttur:

Pískið súrróman, til hann er stívur

Rørið sukrið í, leggið jarðber og súrróma ímillum botnarnar

Smyrjið at enda súrróma omaná og pyntið við jarðberjum

Tilfar

  • 500 g av súrróma 36%
  • 150 g av sukri
  • 2 lagkøkubotnar
  • 400 g av jarðberjum ella aðrari frukt