13.12.2021
Knappakøkur
ArbeiÐsháttur:
Tak smør og egg úr kuldaskápinum 20 min áðrenn tú byrjar at baka.
Píska smør, peanutbutter, sukur og putursukur væl saman. Eftirfylgjandi verður eggið píska upp í.
Rør mjøl, natron, bakipulvur, vaniljusukur og salt saman.
Síðani skalt tú síla tað turra tilfarið í bollan saman við restini og elta alt væl saman.
Til seinast verður appilsinskalið og M&M’s latið í og rørt væl inn í deiggið.
Rulla køkurnar til miðal-lítlar kúlur.
Bakast á 180 hitastigum (Ikki luft) í 8-10 min. Halt eyga við køkunum.
Koyr bakipappír á eina bakirist og legg køkurnar at kølna á har.
Tilfar
Tilfar:
100 gr Smør
2 tsk. Peanutbutter
90-100 gr av M&M’s
75 gr Sukur
100gr Putursukur
1 Egg
1/4tsk Salt
175 gr Mjøl
0,5 tsk Natron
1 tsk Bakipulvur
2 tsk vaniljusukur
0,5 rivið appilsinskal