Bólkar

Baking

Share:

24.10.2021

Kæsabollar

Blak og bakstur ganga væl hond í hond. Her fært tú okkara egnu uppskrift uppá Kæsabollar - ein ostabolli við persillu, sum er sera lekkur í matpakkanum.

ArbeiÐsháttur:

Loys gerina upp í flógva vatninum.

Rør restina av tilfarinum í, hveitimjølið seinast, og elt væl, til deiggið sleppur ílatinum.

Set deiggið at ganga í uml. 30 min.

Elt deiggið aftur, evna 25 bollar, og set á bakarovnsplátu, sum er klødd við bakipappíri.

Set at ganga á flógvum staði í 30 min.

Hita ovnin til 200° og baka mitt í ovninum í uml. 15-18 min.

Tilfar

  • 50 g av pressuger
  • 2 dl av flógvum vatni
  • 2 ssk av olju
  • 2 dl av blaki
  • 2 tsk av salti
  • 100 g av Kæsa
  • 3 ssk av persillu
  • 200 g av fullkornshveitimjøli
  • uml. 500 g av hveitimjøli