Bólkar

Baking

Share:

02.12.2022

Jólaligar muffins

Hesar fittu, jólaligu og leskiligu køkurnar eru eitt gott ískoyti til heimliga jólahugnan saman við børnunum, nú vit eru komin í jólamánaðin :) Jeanette Lassen hevur gjørt køkuupskriftina. Instagram vangin hjá Jeanette undir navninum PUTL er heilt vist eina vitjan verd. Jeanette vann køkukappingina hjá Røsku 2021 og í ár vann hon vakrastu køku í køkukappingini sum SMS og Raska skipaðu fyri :)

ArbeiÐsháttur:

Muffins:

Hita ovnin á 180 g við luft. Koyr alt tilfarið í ein bolla og píska væl, til alt er væl blandað og mjúkt.

Skeiða deiggið í 12 muffins formar.

Baka í uml 20 min.

_

 

Smørkrem:

 

Koyr alt tilfarið í ein bolla og píska í uml 10 min, til smørkremið er hvítt og mjúkt.

 

_

 

Tá køkurnar eru kólnaðar, skal smørkremið á. Hetta kann gerast við sproytiposa ella smyrjast á við skeið.

 

Koyr mjólkasjokulátu í ein posa ella sproytiposa, legg í heitt vatn, til sjokulátan er smeltað og klipp lítið hol í hornið.

 

Við sjokulátuni teknar tú armar á smørkremið og eitt andlit á skúmfidusarnir. Nøsin kann teknast á við frukt liti frá Dr. Oetker.

 

Tilfar

Tilfar til 12 muffins

 

Muffins:

150 g bleytt smør

150 g sukur

150 g mjøl

2 spsk kakao pulvur

2 tsk bakipulvur

1 tsk vaniljusukur

2 egg

1 dl mjólk

 

Smørkrem:

200 g bleytt smør

400 g florsukur

2 súpsk mjólk

 

Pynt:

12 stórir skúmfidusar

40 g mjólkasjokuláta

Appilsingulan lit frá Dr. Oetker