19.12.2022
Jólalig mazarinterta við kanel, hindber & karamel
ArbeiÐsháttur:
Arbeiðsháttur:
Moyrdeiggj:
Blanda hveitimjølið, flormelisið og saltið í ein bolla. Sker smørið í smátt, og morla tað í mjølblandingina. Elt smørið væl í, til tað líkist rasp. Píska eggið lætt við einum gaffli, og elt tað til síðst í deiggið, til deiggið hevur samlað seg.
Pakka deiggið inn í plastik, legg á køl í 15-20 minuttir.
Tá deiggið er kalt, skal tað rullast út á uml. 4mm. og leggjast í ein smurdan tertuform á 22-24 cm í tvørmáti.
Baka botnin í 6-8 minttir á 180° luftovn (200° alm. ovn)
Mazarin:
Rív marcipanið groft. Píska síðani marcipanið, kanelið og sukurið væl, til alt sukurið hevur samlað seg í marcipanið. Píska smørið og eggið uppí, og til síðst verður hveitimjølið vent í blandingina við einum deiggjsleikjara.
Smyr mazarinmassan út yvir botnin.
Sker hindberini í helvt og trýst tey lætt niður í mazarinmassan við opnu síðuni niðureftir, til hindber fjala alla tertuna.
Baka tertuna lidna í 15-18 minuttir á 180° luftovn (200° alm. ovn), Set síðan á køl í umleið 1 tíma.
Karamel:
Kóka flormelisið, glukosesiroppin, putursukurið og róman í lítlari grýtu, til tað byrjar at skúma upp til kantin á grýtuni. Set hitan niður, og lat karamellið standa og tjúkna á lágum hita í 15-20 minuttir.
Tá karamellið er tjúknað, verður smørið og havsaltið rørt í. Rør væl saman, til alt hevur samlað seg, og tú ikki sært smørið leggja seg omaná karamellinum.
Set til síðis at kølna eina løtu, og síðan verður 100 gr. av hvítari sjokolátu rørt í karamellið.
Stoyt til síðst karamellið í ein sproytiposa, og legg hann í kuldaskápið.
Um tú ynskir lættaru loysnina, so kann liðugt keypt karamel (dulce de leche) eisini nýtast.
At enda:
Tá tertan er køld heilt niður, er klárt at sproyta/smyrja karamel á, og pynta hana, um tú ynskir tað.
Tað tú skalt nýta:
El-pískara
Bolla
Grýtu
Pískirís
Deiggjsleikjara
Terturing / tertuform
Køkurullu
Silikonmáttu / bakipappír
Sproytiposa
Túll /hálvt rundur við spísi uppí mitt framman.
TIPS:
TIP: Eg havi nýtt ein túll í sproytiposanum, sum er hálvt rundur og fer uppí spíss mitt framman. Hetta fyri at fáa endaliga úrslitið,
TIP:
Tá tú skalt rulla moyrdeiggj:
Tað eru ymiskir mátar at rulla moyrdeiggj út uppá. Summi eiga silikonmáttu v/tilhoyr, onnur nýta bakipapír og annars kann borðplátan heilt víst eisini brúkast, sum hon er.
Men eitt gott tip skulu tit frá mær:
Legg moyrdeiggið í millum tvey bakipappír, og legg síðan grillspjótpinnar á hvør sín enda. Rulla deiggið út, og tryggja tær, at pinnarnar allatíð eru undir tíni køkurullu. Hetta tryggjar, at tú fært ein javnan moyrdeiggjbotn.
TIP:
Velur tú at nýta Dulche de leche, er lekkurt at geva tí eitt lítið upp kók við ½ dl av róma og eitt sindur av havsaltið og síðan røra 50 g av hvítari sjokolátu í.
Tertan heldur sær upp til 3 dagar á køl
Tilfar
Tilfar:
Moyrdeiggj:
300 g av hveitimjøli
100 g av flormelis
¼ tsk. av salt
150 g av smør (kalt)
1 miðal stórt egg
Mazarin:
90 g av marcipan
90 g av sukri
90 g av smøri
1 tsk. av kaneli
1 miðal stórt egg
35 g av hveitimjøli
Fylla:
125 g av frískum hindber/bláber/rossaber
Karamel:
180 g av flormelis
1 dl av glukosesiroppi
3 spsk. av putursukri
3 dl av róma
50 g smøri
½ tsk. av havsalti (nýtist ikki)
100 g av hvítari sjokolátu (frá callebaut)