Bólkar

Omaná

Share:

16.10.2021

Jólakringla

Ein lekkur og kringla við søtari súreplafyllu. Her spara vit ikki upp á smørið, tí tað er jól, og tá skulu vit hava tað gott. Psst.. Hendan kringlan smakkar eisini væl, tá tað ikki er jól.

ArbeiÐsháttur:

Loys ger upp í flógvu mjólkini

Sker smørið í smáar bitar og morla í hveitimjølinum

Blanda alt tilfarið saman og elt væl, til deiggið sleppir ílatinum

Set deiggið at ganga á flógvum staði í uml. 30 min

Píska smørið, sukrið og kanelið væl saman

Knúsa makrónirnar

Flys súreplini og rív grovt

Rulla deiggið út til ein fýrakant uml. 25×80 cm á mjølstroytt borð

Smyr smørblandingina á deiggið, stroy makrónurnar og rivnu súreplini omanyvir

Rulla saman eftir langsíðuni og legg á bakipappír í bakarovnsskuffu. Evna til eina kringlu. Legg skoytið niðureftir

Sker eina djúpa foyru eftir longdini niður í kringluna og trýst á, so kringlan breiðkar

Set at ganga á flógvum staði í 30 min.

Pensla kringluna við samanpískaða egginum og stroy heslinøtuflykrurnar og perlusukurið omanyvir

Hita ovnin til 200° og baka mitt í ovninum uml. 20 min.

Hugskot: Tú kanst gera tvær longdir í staðin fyri eina kringlu

Tilfar

  • 25 g av ger
  • 1 dl av flógvari mjólk
  • 100 g av smøri
  • Uml. 300 g av hveitimjøli
  • 1 egg
  • 2 súpisk. av sukri

Súreplafylla:

  • 100 g av smøri
  • 100 g av sukri
  • 2 tesk. av kaneli
  • 50 g av makrónum
  • 1½ súrepli

Omanyvir:

  • 1 samanpískað egg
  • 20 g av heslinøtuflykrum
  • 2 súpuskeiðir av perlusukri