Bólkar

Døgverði

Share:

05.03.2026

Jogurt marinerað lambskjøt

Lambskjøt hevur altíð havt ein serligan dám á føroyska borðinum, og í hesi uppskriftini fær tað enn meira dýpd. Við eini mildari jogurtmarinadu, sum er kryddað við frískari mintu og appilsin, verður kjøtið bæði moyrt og vælsmakkandi. Hetta er ein rættur, har tann góði lambssmakkurin fær loyvi at skína – bert lyftur við rávørum sum runda heildina av.

ArbeiÐsháttur:

Marinada til lambskjøt:
Rør jogurt, rivi appilsinskal- og sevju, hunang, fínt skorna myntu, pressaðan hvítleyk, olju og øll kryddaríini væl saman.

Legg kjøtið í marinadu:
Legg lambskjøtið í eitt fat og hell marinaduna yvir og vend so alt verður dekkað.
– Lat tað liggja á køl yvirnátt.

Steik kjøtið:
180°C yvir/undir hita í 60 – 70 min (avhongur av stødd og slag).

Lat kjøtið hvíla í 10minuttir, áðrenn tú sker tað.

Tilfar

Marinada til lambskjøt:

150 ml Jogurt Reint
1 stk     Vistfrøðilig appilsin
3 stk     Hvítleyksbátar
1 spsk  Oliven olja
1 tsk     Hunangur
1 lítið   Myntu tyssi
1 tsk     Kumman
1 tsk     Paprika
0,5 tsk  Cayenne pipar