Vit føroyingar elska jogurt. Til morgunmat, í bakstri og í matgerð. Vit hava framleitt føroyskt jogurt síðan í 80unum, og í dag kann jogurt roknast sum ein týðandi partur av matmentanini í Føroyum. Hjá Røsku brúka vit feitaru mjólkina til at framleiða jogurt. Tað gera vit við at hita mjólkina, og síðan lata í tvær serligar mjólkasýrubakteriur (L. bulgaricus og Str. thermophilus) sum gera, at mjólkin verður til jogurt nakrar tímar seinni.
Siðurin at framleiða jogurt burturúr mjólki stavar heilt afturi frá 700-talinum, tá jogurt fyrstu ferð varð framleitt í Balkanlondunum. Ikki fyrrenn seint í 1900-talinum kom jogurtið til okkara part av heiminum – og líka síðan hava vit elskað jogurt. Les meira um innihaldið í ymsu sløgunum av jogurti við smakki. Jogurt skal goymast <5°, og heldur sær ásett 3-5 dagar í kuldaskápi.
Jogurt
Orka327kJ (kkal 78)
Protein4,8g
Fiti4,0g
Kolvæta5,5g
Skal goymast < 5°
Heldur sær ásett í 3-5 dagar