
17.11.2025
Høsnarungi Alfredo
ArbeiÐsháttur:
2 stk høsnarungabringur
2 spsk olja
3 hvítleyksbátar
2,5 dl laktosufrí róma
1 dl rivin Parmesan (tað ber til at keypa laktosufrían)
1 dl pastavatni
Smakka til við salti og pipari
250–300 g pasta
Persilla
Tilfar
Kóka pasta eftir leiðbeining. Goym eitt sindur av pastavatninum.
Sker høsnarungan í bitar og steik hann á pannu við olju í pannu við olju.
Alfredo sós:
Steik hvítleykin á pannu við olju, á lágum til miðal hita, í 1 min.
Koyr laktosufría róman á pannuna saman við hvítleykinum og lat tað hitnað varliga.
Tá ið rómin er byrjaður at fáa hita, rør parmesan ost í, til hann smeltar og sósin gerst meiri kremut.
Um sósin er ov tjúk, koyr pastavatn í.
Blanda høsnakjøtið saman við sósini á pannuni og rør pasta niður í sósina.
Smakka til við salti og pipari og pynta við persillu.