Bólkar

Omaná

Share:

30.08.2024

Heimagjørdur ísur við mjólkasjokolátu

Hendan ísin klára øll at gera og ein skuldi trúð at tað var lygn, at tað er so lætt og ómaksleyst at gera heimagjørdan ís. Ísurin smakkar ótrúligani væl, lekkran tættleika og smakkar av meiri ! Til ber at royna seg fram við ymsum smakkum, so sum berjum, nøtum, marsipan ella Baileys.

ArbeiÐsháttur:

Rómin skal standa á køl, áðrenn hann verður brúktur.

Sker ella rív mjólkasjokolátuna í passalig stykkir.

Píska róman væl.
Tá ið hann er vorðin stívur, skal kondenseraða mjólkin rørast varliga í róman og rør alt væl saman.

Tá ið, ísurin verður “bygdur upp” verður tað gjørt á sama hátt sum ein lasagna.

Byrjað við ísi, koyr karamelsós og sjokolátu sós á og sjokolátubitar, eftirfylgjandi ís og endurtak mannagongdina og enda við sjokolátubitum og karamel- og sjokolátusós.

Stilla ísin í frystarin yvir nátt og legg eitt lok á hann, so fyribyrgir tú frostskaða.

Tilfar

1 ltr. Haldførur rómi
2 dósir Kondensera mjólk
1 dnk. Karamel sós
1 dnk Sjokolátu sós
2 plátur av mjólkasjokolátu

Til tey vaksnu:
Lítil portión, Baileys ísur:
2 pk 250ml róma
1 pk kondenserað mjólk
100 g av myrkari sjokolátu
5 cl Baileys