Bólkar

Baking

Share:

16.10.2021

Gularótabollar

Her fært tú okkara egnu uppskrift uppá gularótabollar við havragreyti. Bollarnir eru góðir til morgunmatarborðið ella matpakkan.

ArbeiÐsháttur:

Koyr havragrýn og 4 dl. vatn í eina grýtu, ger síðani havrageyt. Smelta smørið í havragreytin

Síðani verður havragreyturin koyrdur í ein stóran bolla, og blanda 3,5 dl. av mjólk soleiðis at greyturin gerst lunkaður

Koyr ger í flógvu mjólkina saman við greytinum, soleiðis tað verður loyst upp

Blanda síðani salt, sukur, rivnu gularøturnar og til seinast mjølið. Deiggið skal verða klistrut – vátt í tí

Lat deiggið ganga í 20 min

Skeiða deiggið á eina bakiplátu, og baka bollarnar við 225 gradir í uml. 12-15 min, til teir hava fingið farvu

Bakast á 225 hitastigum í 12-15 min

Tilfar

Havragreytur:

  • 2 dl havragrýn
  • 4 dl vatn
  • 50 g smør

Deiggj:

  • Havragreytur
  • 3,5 dl mjólk
  • 50 g ger
  • 3 tsk salt
  • 2 spsk sukur
  • 350-400 g rivnar gularøtur (ca. 4 stk)
  • ca. 1100 g hveitimjøl